Tað endaði 1-1, tá ið B68 og 07 Vestur í dýrdarveðrinum í kvøld settu punktum fyri 18. leikumfari.
Kristian Anton Andreassen hjá heimaliðnum legði miðskeiðis í 1. hálvleiki B68 framum við rimmar langskoti, og hann var eisini uppi í, tá ið 07 Vestur eitt stórt korter undan leikloki javnaði til 1-1.
Málið skoraði Eli Falkvard Nielsen beinleiðis upp á fríspark av brotsteigarmarkinum eitt vet til vinstru. Dagfinn Forná bríkslaði fyri frísparki, tí Kristian Anton Andreassen hevði steðgað fremsta vágamanninum í skjótum mótálopi, og oman á frísparkið sá B68 spælarin reyða kortið.
Heimaliðið var greitt oman á í 1. hálvleiki, men B68 kendi ikki sína vitjunartíð. Eftir hvíldina gekk tað meiri javn á, og eftir útvísingina vóru spentar støður í báðum endum.