07 Vestur ella AB sleppur undan niðurflyingini

Toftamenn tóku ikki av møguleikanum at flyta upp, og nú verður tað 07 Vestur ella AB, sum sleppur undan at flyta niður

Tað er stórt vónbrot í B68 leguni Uppi á Brekku í Leirvík. Aron S. Vestu hevur fyri lítlari løtu síðani bríkslað fyri síðstu ferð. Úrslitið varð 0-0. Tað ber við sær, at B68 møguleikin at flyta upp í bestu deildina er burtur. Um uppflytingin skuldi verða veruleiki, so var neyðugt hjá B68 at vinna í Leirvík.

 

ÍF, sum í løtuni spælir á Sandi, verður einasti uppflytarin. Hvør tað verður, sum fer at flyta niður, verður avgjørt seinni seinnapartin.

Fyrsta bríksl verður klokkan 15.30. Tað verður í Trongisvági ella í Hólmanum á Eiði, at niðurflytarin verður funnin.

07 Vestur, sum vitjar við Stórá í Trongisvági, hevur 17 stig, meðan AB, sum er á Eiði, hevur 15 stig. Málmunurin hjá 07 Vestur er -40, og hjá AB er hann -41.