07 Vestur er í fjórðingsfinaluni

Løgmanssteypið: Hóast 07 Vestur misnýtti brotsspark, so var sigurin ímóti FC Suðuroy trivaligur

Heimaliðið spælir í næstbestu deildini, og gestirnir í FC Suðuroy eru í triðibestu deildini. Tí var 07 Vestur favorittur í Sørvági í kvøld, og 07 Vestur vann 3-1.

18 ára gamli Dávid Jónsson Lisberg legði FC Suðuroy framum 1-0 í sjeynda minutti. Hetta var triðja málið hjá honum í ársins kapping um løgmanssteypið. Hann skoraði tvey, tá ið FC Suðuroy í innleiðandi umfarinum vann 9-1 ímóti Royn.

07 Vestur javnaði, tá ið fyrri hálvleikur var knappliga hálvrunnin. Tá vóru teir í FC Suðuroy so óhepnir, at teir gjørdu sjálvmál. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, bríkslaði dómarin, Jákup Øssurson Mohr, fyri brotssparki til 07 Vestur. Tór-Ingar Akselsen royndi seg úr ellivu metrum, men Boas Nitschke í málinum hjá FC Suðuroy tveitti seg og bjargaði.

Sjey minuttir eftir steðgin legði Gilli Samuelsen 07 Vestur framum 2-1. Uppleggið átti Teitur Olsen.

Sjey minuttir undan leikloki var tað aftur Gilli Samuelsen, sum var upp á spæl og staðfesti 3-1 heimasigurin og at 07 Vestur skal halda fram í steypakappingini.