Tað eydnaðist 07 Vestur at fara úr Hólmanum á Eiði við fullari úrtøku íkvøld.
07 Vestur vann 3-1 eftir at hava verið frammanfyri 1-0 í fyrra hálvleiki.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Ragnar Weihe, sum setti hol á.
07 Vestur var frammanfyri inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá javnaði Teitur Debess Olsen fyri heimaliðið. So var 1-1, og tann støðan helt sær, inntil tað restaðu tólv minuttir. Tá legði miðverjin Dann Fróðason 07 Vestur framum aftur, og fýra minuttir undan leikloki staðfesti Solomon Ayiku Kwao 3-1 favorittsigurin.
07 Vestur hevur framvegis ikki tapt. Úrtøkan er 10 stig, og 07 Vestur er á triðja plássi – við sama stigatali sum KÍ og Víkingur.
EB/Streymur hevur eitt stig og er næstaftast.
Í fimta umfari eigur 07 Vestur heimavøll ímóti Skála, og EB/Streymur skal spæla á Svangaskarði ímóti B68.