07 Vestur er undir trýsti

Úrtøkan hevur verið misjøvn hjá heimaliðnum og gestunum, nú EB/Streymur vitjar í Sørvági

1-1 á útivøll ímóti AB var ikki so galið. 2-1 tap á heimavølli ímóti Suðringum kendist meint hjá 07 Vestur, sum fekk sigursmálið ímóti sær dygst undan dystarenda.

-Vit mugu bara staðfesta, at ímóti Suðringum høvdu vit ikki uppiborið at vinna. Bæði ímóti AB og Suðringum løgdu vit okkum framum, men tað eydnaðist ikki at halda tørn. Vit vita, at tað eigur at bera til, og vónandi verður tað ídag, sigur 07Vestur álopsspælarin Jón Krosslá Poulsen.

Allir spælararnir hjá 07 Vestur eru tøkir ídag.

 

Hjá EB/Streymi hevur tað hilnast væl betri, enn tað hevur hjá mótstøðuliðnum ídag:

-Vit fingu fýra stig í tveimum teimum fyrstu umførunum, og tað eru vit nøgdir við, tá ið havt verður í huga, at annað mótstøðuliðið var B36. Landsliðssteðgurin hava vit brúkt til at menna liðið uppaftur meir, og vit vóna og rokna við, at tað fer at rigga væl í fyrru hálvu. 07 Vestur er eitt av liðunum, sum vit eiga at hava møguleika ímóti, men málleysi javnleikurin ímóti AB var áminning um, at tað hugburðurin skal vera góður alla tíðina, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham.

 

Arnbjørn Hansen, Marni Djurhuus og Hans Pauli Samuelsen hava verið skaðadarvaðir, men teir eru um at koma seg aftur. Miðverjin Andras Olsen er darvaður av vøddaskaða.