07 Vestur fær styrk úr Danmark

Hálvur sørvingur flytur úr Tårnby og í 07 Vestur

Vesturi í Vágum halda Heðin Askham og hansara menn fram við at brynja seg til nýggja kappingarárið

Í dag veit felagið at siga, at ein nýggjur spælari er lagstur aftrat. Talan er um Albert Theis Nielsen. Hann er ikki heit ókendur í Føroyum, tí í fjør spældi hann ein dyst í næstbestu deildini við EB/Streymi. Sambært faroesoccer.com var hann í 2015 átta ferðir á føroyska U-17 landsliðnum.

07 Vestur skrivar soleiðis um nýggja spælaran:

Ungi hálvi sørvingurin hevur vant við 07 Vestur í eina tíð, og undirskrivaði sáttmála í vikuni. 21-ára gamli miðvallarin flytur sostatt frá Tårnby til 07 Vestur.

Albert Theis Nielsen, sum hevur røtur í Sørvági, hevur roynt seg í fleiri feløgum á keypmannahavnarleiðini seinastu árini, har hann hevur fingið nakrar dystir í donsku 2. deild, umframt hjá EB/Streymi. Seinastu tíðina hevur hann so megnað at sannført Heðin Askham um, at hann hevur nakað at bjóða okkum.

Albert spælir, sum skilst, helst á offensivu plássunum, á miðjuni, ella í álopinum. Hann fekk eisini ein hálvleik í venjingardystinum móti ÍF í gjár, sum endaði 1-1, eftir at Erling Myklebust javnaði við brotssparki.