07 Vestur fær tveir nýggjar spælarar

Sum skilst, so hevur 07 Vestur tveir nýggjar spælarar við til dystin móti Víkingi í morgin

Sum skilst, so hevur 07 Vestur tveir nýggjar spælarar við til dystin móti Víkingi í morgin. Talan er um Kevin Jablinski og Marius Hagen, sum báðir eru úr Norra.

 

Serliga Marius Hagen verður mettur, sum ein sannur fongur, men hann verður bara í felagnum fram til í august. Hann hevur vant við í eina tíð, og á Dungasandi siga tey seg ikki hava sæð slíkar eginleikar fyrr.

 

Sum skilst, so er hetta ein spælari, ið KÍ hevur verið eftir fyrr. Tá hevur hann bara verið skaddur og tí er skifti ongantíð blivið ti nakað. Tað ljóðar, at hann spælir við 07 Vestur fram til august, fyri at fáa spælitíð og rætta ein hjálpandi hond til felagið.

 

Kevin Jablinski er ein stórur og sterkur miðverji, sum sigst verða góður á bóltinum. Hann hevur somuleiðis drigist við skaðar, og tað ljóðar, at hann sær hetta sum ein góðan møguleika at fáa spælitíð.

 

07 Vestur hevur fyri kortum fingið nýggjan venjara í Magnus Powell, sum er úr Svøríki. Hann hevur í seinastuni verið venjari hjá Levanger í Norra. 07 Vestur spælir í morgin móti Víkingi.