07 Vestur fekk luft undir veingirnar

1. DEILD: Eftir lítlari løtu eydnaðist tað at venda hóttandi tapi til sigur á heimavølli ímóti KÍ

Tíðliga seinnapartin eydnaðist tað 07 Vestur at vinna sera týdningarmiklan sigur á heimavølli ímóti KÍ. Úrslitið á Dungasandi var 3-2.

Sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú hevur vunnið fýra sigrar í 14 dystum, og at liðið nú er í nánd av B68 og B71, sum 07 Vestur er í kapping við at vinna pláss í fremstu røð.

Tá ið seinni hálvleikur var um at vera hálvrunnin legði Uni Gregersen KÍ framum 2-1. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur á næstbesta liðnum hjá 22 ára gamla Una Gregersen.

Men KÍ leiðslan helt bara í lítla løtu, tá ið tað var sera hendingarríkt.

Fimm minuttir eftir 2-1 málið hjá KÍ javnaði 07 Vestur til 2-2. Málskjútti var Teitur Olsen.

Tveir minuttir seinni varð Gunnar Christiansen hjá KÍ vístur av vøllinum fyri at brúka neyðbremsuna ímóti Tór-Ingar Akselsen. Dómarin bríkslaði fyri frísparki til heimaliðið, sum Jóannis á Steig tók sær av, og hann sendi bóltin beinleiðis í málið og so var 3-2.

Tað er ikki á hvørjum ári, at Jóannis á Steig skorar. Frammanundan hevur hann sambært faroesoccer.com skorað trý mál í 1. deild – tvey í 2015 og eitt í 2016. Dysturin í dag var nummar 98 hjá honum í 1. deild. Í bestu deildini hevur 23 ára gamli verjuspælarin spælt 37 ferðir við 07 Vestur.

Tór-Ingar Akselsen legði heimaliðið á odda 1-0 átta minuttir undan steðginum, og átta minuttir eftir steðgin javnaði Gunnar Christiansen til 1-1.

Sigurin í dag ber við sær, at 07 Vestur nú hevur 17 stig. Hóast tað ikki hevur gingið so væl í ár, so er møguleikin fyri at flyta upp framvegis realistiskur.