Vodafonedeildin: Í 2. hálvleiki gekk tað javnt á, og vágamenn harmaðust um, at teir ikki í fyrra umfarinum skoraði meiri enn tvey mál. 07 Vestur hevur í kvøld við 2-1 heimasigri í Sørvági á B71 tryggjað sær trý kærkomin stig. Úrslitið ber við sær, at B71 fer úr Vágum við 10. plássinum upp á sleip, og at 07 Vestur nú hevur fimm stig, sum er tað sama sum B68 hevur. B68 er nummar 8, og 07 Vestur er nummar níggju. Málmunurin hjá 07 Vestur er -17, og málmunurin hjá B68 er 0.
B71 legði rættuliga verjukent fyri, og 07 Vestur hevði í 1. hálvleiki nógv spæl, og vágamenn høvdu nógvar málmøguleikar. Tað eydnaðist tó bara at skora tvey mál. Í báum førum var tað sera væl upplagdi Clayton Soares, sum var málskjútti.
Dygst undan steðginum minkaði B71 um munin. Talan var um hornasparksstøðu, og tað var Bojan Zivic, sum stýrdi bóltin í málið.
Í 2. hálvleiki gekk tað meiri javnt á. Heimaliðið hevði bóltin meiri, men tað kendist støðugt intenst, tí málmunurin var bara eitt mál.
07 Vestur-B71 2-1 (2-1)
1-0: Clayton Soares 13.
2-0: Clayton Soares 39.
2-1: Bojan Zivic 45.
Dómari: Rúni Gaardbo
07 Vestur: Bárður Johannesen - Sjúrður Ellefsen, Téhé Aristide, Jón Nielsen, Rógvi E. Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Badara Diedhiou, Jovan Panic, Eli F. Nielsen, Jens Erik Rasmussen (Tamba Yarjah, 68.) - Clayton Soares (Holgar Durhuus, 85.)
Gult kort: Sjúrður Ellefsen, Tór-Ingar Akselsen
B71: Símun Rógvi Hansen - Rúni Joensen (Tummas Pauli Olsen, 56.), Allan Tungá, Bojan Zivic, Bogi Hermansen - Høgni Midjord, Tijani Mohammed (Marcus Klementsen, 30.), Joseph Bassene, René Clementsen (Finn Erik Thomsen, 76.), Ebbe Kristin Thomsen - Thomas Hans Rubeksen
Gult kort: Høgni Midjord, Bogi Hermansen
45 min.
Hálvleikur
2-1
Dygst undan steðginum hevur B71 minkað um munin. Sandoyingar fingu hornaspark, og tá ið bólturin kom innfyri, var Bojan Zivic á rætta staðnum og stýrdi bóltin inn um Bárð Johannesen í 07 Vestur málinum.
40 min.
2-0
Tað er mangt, sum bendir á, at vágamenn í kvøld fara at berja seg upp um niðurflytingarstrikuna.
Sera væl upplagdi Clayton Soares hevur enn eina ferð skorað!
30 min.
1-0
Heimaliðið hevur verið ágangandi, meðan sandoyingar hava verið varnir í útgangsstøðu.
07 Vestur legði seg tíðliga framum. Málskjútti var Clayton Soares. Hann var sjálvur við í uppspælinum, saman við miðvallaranum Badara og superveteraninum Jens Erik Rasmussen.
07 Vestur-B71 kl. 19.00
Dómari: Rúni Gaardbo
07 Vestur:
B71: