07 Vestur og profilur skiljast

Upptakt: Ein av lyklaspælarunum er farin heim og kemur ikki aftur

Svenski miðverjin, Petter Bjørlund, er farin av landinum og kemur ikki aftur. Miðverjin treivst illa og hevði trupulleikar av skaðum í seinastuni. Tí valdu partarnir at skiljast. 07 Vestur leitar tí eftir nýggjum spælara.

 

Les eisini: Troyttir av javnleikum

 

12. umfar í Effodeildini hevur verið í dag. Vesturi á Dungasandi vann 07 Vestur 3-2 á botnliðnum, ÍF. Í gjár bleiv greitt, at 07 Vestur skal royna at bjraga sær uttan Petter Bjørlund.

 

Les eisini: Bannið er órættvíst

 

- Tað eru tvær høvðusorsøkir. Hann bleiv skaddur í arminum og kom seg onga aftur, og síðani hevur hann eisini havt trupulleikar við lærkrikanum. Hin orsøkin er, at hann tveist illa og longdist heim. Hann hevur havt familju og onnur á vitjan, men tað hevur ikki loyst støðuna, sigur Jim Sonni Guttesen, formaður í 07 Vestur.

 

Hann leggur afturat, at felagið hevur havt ein bulgara til venjing í vikuni. Hann venur eisini við komandi viku.

 

- Vit taka eina avgerð síðst í komandi viku. Annars leita vit eftir einum miðverja, sum kann avloysa Petter Bjørlund, sigur Jim Sonni Guttesen.