1.000.000 á jólakalendaranum

Best umtókti jólakalendarin í Danmark verður eisini at fáa í Føroyum í ár. Hesin er tann hjá sonevndi skavikalendarin hjá Danske Spil, sum á 13. ári ber heitið, JulekalenderQuick. Kalendarin kostar 50 kr., og vinningarnir eru nógvir í tali. Av teimum 1,6 mió kalendarunum, geva helvtin nevnliga vinning, men hesir eru tó ikki allir eins stórir. Størsti vinningurin er ein millión króngur, og verður hesin givin, um tú fært skavað teg fram á 10 jólatrø. Minsti vinningarnir eru 20 kr. Umframt skavifeltini er eisini serstakt adventsspæl á seðlinum, og her er høvuðsvinningurin 500.000 kr.