1-1-2 dagur í Gundadali

Í fagrasta sólskinsveðri eru í dag eini 400 børn savnað á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Havn, har tey hava 1-1-2 dag.

1-1-2 tiltakið er ætlað teimum elstu barnagarðsbørnunum í Tórshavnar Kommunu.

Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.

Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í skúla í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.

Tiltakið er liður í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.

Nógv ymiskt er at hoyra og síggja hjá børnunum á 1-1-2 degnum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur.