1 1/2 ár í skrell

Nú steðgaði alt arbeiðið upp. Lógaruppskot, verkætlanir, fólkaheilsupolitikkur, familjupolitikkur og mangt annað, sum Familju- og heilsumálaráðið hevur arbeitt við gjøgnum seinasta 1 1/2 árið, kunnu, um illa vil til, enda í skrelliposanum. Harmiligt.
Her er ein stutt lýsing av onkrum av tí, sum vit hava arbeitt við.

Skúlalæknalógin
Nýggja lógin skuldi tryggja øllum børnum í 1. og 8. flokki eina árliga vitjan av einum skúlalækna fyri alt landið. Eitt drúgt lógarsmíð liggur undir uppskotinum, sum hevur verið til hoyringar og er klárt at leggja fyri tingið.

Ílegugransking
Lógaruppskotið um ílegugransking er so at siga liðugt smíðað. At vit føroyingar kunnu vera við á hesum øki kann koma at hava stóran týdning fyri fleiri viðurskifti:
?møguleikin at finna fram til sjúkuorsøkir økist
?Føroyar kunnu gerast eitt áhugavert arbeiðspláss hjá heilsugranskarum, og kann hetta hava ein stóran leiklut fyri at fáa fleiri læknar til landið
?um gransking gevur úrslit, kann eisini peningur vera at vinna sum ein alternativur vinnumøguleiki
?fleiri arbeiðspláss høvdu undir øllum umstøðum verið skapt, tí gransking kann krevja nógv fólk, og kann hetta í minni mun vera ein alternativur vinnuvegur eisini um ongi úrslit spyrjast burturúr

Tubbakslógin
Hendan er liðug og send til hoyringar. Endamálið er, at øll skulu hava rætt til roykfrítt umhvørvi. Hesum er politiskur meiriluti helst fyri í dag, og tí er tað stórt spell, at vit ikki fingu tíð at seta hetta í verk fyri at verja børnini og ungdómin.

Dopinglógin
Hendan er liðugt smíðað, men má eisini bíða.

Lógin um sjúkrahúsverkið
Eitt stórt lógararbeiði, sum leggur upp til størri samskipan av sjúkrahúsverkinum. Eitt nú setan av eini visitatiónsnevnd fyri alt landið.

Bústaðarlógin
Nógv virksemi hevur verið í sambandi við bústaðarmál. Lógarsmíðið á hesum øki er so smátt við at taka skap. Vónandi kann tað arbeiðið halda fram eftir valið. Endamálið er at tryggja betri umstøður at fáa til vega alternativar bústaðir til øll, sum hava tørv á einum alternativum bústaði so ella so, einamest tey, sum eru komin upp í árini.

Fólkaheilsan
Stórt virksemi hevur verið í sambandi við at seta fólkaheilsuna á politisku dagsskránna. Broyttar liviumstøður seta eisini broytt krøv til okkara heilsustøðu, og tí var politisk semja um gera átøk fyri at tryggja vaksandi ættarliðnum betri heilsu. Hetta arbeiðið er drúgført og krevur áhaldandi orku.

Familjupolitikkur
Familjupolitikkurin kom á dagsskránna við Miðflokkinum í landsstýrinum. Arbeiðið hevur í fyrsta umfari snúð seg um at samskipa og útgreina almenna familjupolitikkin. Eisini skuldu trivnaðarkanningar gerast, so grundarlagið undir einum samskipaðum politikki á økinum er so gott sum gjørligt.

Spell
Tað er sera spell, um hesi tiltøk og hesar lógir umframt fleiri aðrar, sum eisini eru í umbúnað, nú skulu enda í ongum. Mín vón er, at Føroya fólk ikki skal snýtast fyri hetta góða arbeiði og mangt afturat, men at hetta so ella so kann halda fram eftir valið. Tað vil Miðflokkurin undir øllum umstøðum virka fyri.