- Framleiðslan úr Chestnut er steðgað í løtuni orsakað av kravdum 5-ára eftirliti av framleiðslupallinum. Nú avmarkingar vóru í framleiðsluni úr Chestnut leiðini orsakað av vatninnspræningini, varð avgjørt at framskunda hetta eftirlitið, ið annars eftir ætlan skuldi verða í 2012. Hetta ger, at tað slepst undan at steðga framleiðsluni í 2012, tá framleitt verður aftur við fullari megi, sigur Atlantic Petroleum í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at 16 av teimum ætlaðu 21 døgunum uttan framleiðslu vórðu í oktober. Boringin av einum síðubrunni til verandi vatninnspræningarbrunn, ið skal fáa vatninnspræningina aftur í rættlag og økja um framleiðsluna, byrjaði í oktober, og verður eftir ætlan liðug í november.
- Viðvíkjandi útbyggingini av Blackbird, varð í oktober arbeitt við at leggja leiðingina uppá pláss, og stuðulsfarið Seven Atlantic hevur arbeitt við undirsjóvarfyrireikingunum.
Atlantic Petroleum leggur aftrat, at áðrenn framleiðslan úr Blackbird verður sett í gongd, skulu nakrar eftirkanningar gerast fyrst í november.