1,5 millión í lorti og landi

Ein amerikonsk familja krevur 1,5 millión í endurgjaldi frá Greyhound bussfelagnum, eftir at tey komu lort í býin, tá ein Greyhound bussur tømdi vesið niður í bil teirra.

Robert og Angela Stokes og børn teirra, ið eru 9, 10 og 22 koyrdu aftan fyri ein Greyhound buss á einum landavegi, tá eitt starvsfólk í bussinum av órannsakiligum orsøkum tømdi vesið á bussinum út í gjøgnum dyrnar á koyrandi bussinum, alt innihaldið í vesinum lortur, land og vesipapír fór beint inn gjøgnum opnu bilvindeyguni hjá familjuni, skrivar Ekstrabladet.
- Familjan hevur sambært sakførara sínum verið hjá lækna fleiri ferðir, fyri at kanna um tey eru vorðin sjúk av hendingini. Eisini vóru tey noydd at skifta alt innbúgvið í bilinum út.