1. deildardysturin í Vágum avlýstur

-

Øll ítróttartiltøk í Vágum vórðu sunnudagin avlýst orsaka av syrgiligu ferðsluvanlukkuni, sum kostaði einum 20 ára gomlum manni lívið.


Millum ítróttin í Vágunum hetta vikuskiftið var 1. deildardysturin millum FS Vágar og HB, sum skuldi spælast í Sørvági. Hesin dystur er avlýstur og verður spældur seinni.


Hinir fýra 1. deildardystirnir verða spældir í dag.