1. hjálp til fólkaskúlan:

Orðaskiftið í gjárkvøldið endaði við, at orðstýrarin, Óluva Zachariassen, spurdi kjakpanelið, um ein broyting skuldi gerast her og nú, hvat var so tað týdningarmesta.

Heðin Mortensen:
– Leggja skúlan út til kommunurnar.

Jan Mortensen:
– Gera øll tingini í álitinum frá PISA-arbeiðsbólkinum, sum onki kosta.

Andrias Petersen:
– Fáa betri undirvísingartilfar, meiri serundirvísing og ein betri læraraskúla.

Hanus Joensen:
– Vit mugu fáa fleiri tímar og gjalda tað, sum skúlin kostar.

Olaus Jespersen:
– Eg sat í PISA-arbeiðsbólkinum, sum kom við 45 tilmælum og fari ikki at taka nakað fram um nakað annað.

Maibritt Jacobsen:
– Lat pedagogarnar taka sær av teimum seks ára gomlu til skúlin er førur fyri at taka í móti teimum.