1 millión piparnøtir

Hast du etwas Zeit für mich

Dann singe ich ein Lied für dich 

 

Hesin tekstur kundi eins væl verðið umorðaður til fylgjandi (umorðing á føroyskum):

 

Um tú hevur tíð til mín, 

So skal eg skriva eina grein til tín (móttakari: Løgmaður)

 

Trupulleikin er bert, at omanfyrinevndi ikki lesur bløðini, og harvið nær boðskapur mín ógvuliga sannlíkt ikki út til hansara. Og harvið henda ikki neyðugu broytingarnar, ið skulu til fyri at fáa samfelagið á rætta kós. Men ikki tí, tað leggur hann ikki í; so leingi hansara stjórn sleppur at verða sitandi við valdinum, og so leingi hann fær sína, nú, dupultu løn, ið tryggjar honum eitt livistøði, ið hann ikki hevur uppiborið, so kann tað vera líkamikið, um ein stórur partur av politisku skipanini, og samfelagnum annars, verður fremmandagjørdur, um parlamentarisman verður gjørd til háð og spott, um arbeiðsloysið veksur í stórum, og um ung fólk flyta av landinum i hópatali. Navnin (vit eru ikki í familju) er nevniliga ein realistur, ella ein evolutionistur, um ein háls. Endamálið hjá honum og feløgum hansara er at yvirliva (í orðsins sanna týdningi), og moralur er harvið sekunderur, ella kanska ikki eingang tað. Tað er við øðrum orðum neyðugt hjá okkum borgarum at skilja, at vit ikki kunnu vænta okkum nakað av landsins leiðslu – landsins leiðsla er ikki longur fólksins tænari, eins og hon eigur at vera. 

 

Hetta er eisini neyðugt at skilja hjá arministisku Miðflokka-sympatisørunum, ið dúgliga biðja fyri landsins leiðslu. Ístaðin fyri at biðja Gud um at geva landsins leiðslu vísdóm til at taka rættar avgerðir (nakað sum hann allarhelst ikki hevur givið teimum, tí teir taka eina skeiva avgerð fyri og aðra eftir), so eiga teir heldur at biðja Gud um at geva okkum eina moralska stjórn, ið leggur dent á at gera samfelagið meira rættvíst, frælst og solidariskt. Teir kunnu í hesum sambandi ikki umbera seg við, at átrúnaðarliga siðvenjan í Føroyum er at fyrihalda seg neutralt til politiskar spurningar. Tvørturímóti eiga teir at taka eina støðu. Teir mugu verða normativir. Gera teir ikki tað, fara teir í søgubøkurnar sum nakrir vussar, og hetta er ikki nakað, Martin Luther King Jr og aðrir høgtvirdir átrúnaðarligir idealistar høvdu verið serliga stoltir av.

 

Í einum fólkaræðisligum samfelag sum okkara kunnu vit tó ikki hyggja uppeftir eftir einum svari uppá eventuellar trupulleikar. Moralurin hjá Gudi yvirfyri Bruce í filminum Bruce Almighty er, at skal hann fáa loyst sínar trupulleikar, má hann sjálvur syrgja fyri at loysa teir. Spurningurin, sum stendur eftir, er hvussu vit so fáa loyst teir trupulleikar, vit standa yvirfyri. Mong eru óivað svarini uppá henda spurning, men í øllum førum má staðfestast, at til tíðir kennir ein seg sera fremmandagjørdan og maktarleysan í mun til politisku skipanina – tað kennist, sum um tað er ómøguligt at fremja ynsktu broytinganar.

 

Fremmandagerð av stórum bólkum av samfelagnum er nakað, sum úti í heimi í mongum førum hevur elvt til politiskan harðskap. Í Ísrael og Palestina hava vit sæð PLO, og í nýggari tíðum Hamas, stríðast ímóti politisku og sosialu fremmandagerðingini av palestinum, í Sri Lanka hava vit sæð LTTE stríðast ímóti sinhalesisku kúganini av tamilum, og í Týsklandi hava vit sæð RAF stríðast ímóti einari diskriminerandi fyrisiting, sum í heilt langa tíð eftir endan av øðrum heimsbardaga var mannað av eini røð av fólki við nasistiskari bakgrund. Í øllum trimum jústnevndu dømunum, og í øðrum líknandi dømum við, er tað afturvendandi, at kravið er umfatandi politiskar broytingar, og at tann veiki parturin, sum ikki neyðturviliga er fátækur í orðsins sanna týdningi, kennir seg somikið fremmandagjørdan, disillusioneraðan og maktarleysan, at harðskapur verður sæddur sum einasta loysnin. Bruno Ganz, sjónleikarin ið spældi Hitler í Der Untergang, vísir á í filminum Der Baader Meinhof Komplex (har hann hevur rolluna sum liberali politiovastin hjá føderalu løgregluni í Týsklandi, ið hevur sum uppgávu at fanga oddafólkini í RAF), at politiskur harðskapur ikki kann rættvísgerðast, serliga ikki tá fólk lata lív sum fylgja av honum, men at ein tó má skilja terroristarnar, skilt á tann hátt at ein má seta seg inn í, hvat tað eru fyri faktorar, ið motivera terroristarnar til at handla soleiðis, sum teir gera. 

 

Fólk í Føroyum kenna seg neyvan eins fremmandagjørd, disillusionerað og maktarleys og tey í Palestina, Sri Lanka og í Týsklandi (fyrst og fremst tí stýri okkara ikki er nakað ræðlustýri), og harvið verður politiskur harðskapur neyvan eitt tema í føroyska samfelagnum í nærmastu framtíð, men hetta skal tó ikki fjala útyvir tann veruleika, at tað er ein stór hugsjónarlig gjógv millum valdselituna í landinum og so tey, ið hyggja at og øtast. Mangan verður sagt millum manna, at tey ungu skulu virða tey eldru og tað, tey hava lagt eftir seg, og er hetta eisini góður moralur eftir mínum tykki, men tó tykir tað mær sum um, at moralurin ikki gongur øvugtan veg, í hvørt fall ikki innan politiska landslagið. Sum eygleiðari havi eg mangan tikið synd í søgu- og samskiftisfrøðinginum av einum formanni í Tjóðveldi og í hansara búskapar- og løgfrøðingi av einum hondlangara. Hesi bæði eru relativt ung í politiskum høpi og hava, soleiðis sum eg havi eygleitt tað, møtt stórari mótstøðu frá einum meiriluta, ið hevur sett sær fyri at forpurra teirra innovativiteti, helst tí teirra progressiva lyndi hevur verið uppfatað sum ein vandi fyri status quo. Nýskapan og idealisma hava harvið verið offrað til fyrimunar fyri konservativismu, nepotismu og realismu (t.e. valdsgirnd), og er hetta ein staðfesting, ið ikki er farin aftur við borðinum uttan neiligar avleiðingar. Ein ov stórur partur av føroyingum, heima og uttanlands, kenna seg nevniliga ikki aftur í politisku skipanini í landinum, og hetta leiðir sjálsagt til stóra misnøgd millum manna. Tað er í hesum sambandi, at politikkararnir mugu skilja, hvat tað er, sum landsins borgarir eru so misnøgdir við. 

 

Málið um Skálafjarðartunnilin er nýggjasta dømið um gjónna, ella um fremmandagerðina, millum áðurnevndu bólkar í landinum. Eitt er, at málið á allar hugsandi hættir er skeivt handfarið, á ein hátt sum als ikki sømir seg einum modernaðum samfelag, men eitt annað, og meira týdningarmikið, er at vit kundu verið sloppin undan gøluni, um landsins leiðarir bara høvdu ført ein eitt sindur meira vinstravendan politikk. Hví landsins leiðarar ikki hava sæð, at neyðugt er at raðfesta skapan av nýggjum arbeiðsplássum innan fyrisitingina, har nógvar villur verða framdar (helst vegna ov stóra arbeiðsbyrði), ikki bara í sambandi við tunnilsmálið men eisini í sambandi við nógv onnur mál, er mær ein gáta. Landið missir jú eina rúgvu av vælútbúnum fólki hvørt ár, ið antin flyta av landinum ella ikki velja at koma aftur til landið, og um somu tíð sleppir eitt mál sum tað um Skálafjarðartunnilin at fylla dagsskránna í miðlunum. Tað er tragiskt og óneyðugt. Men tað er ein politisk raðfesting – tann kaldi og kyniski politiski viljin, ið ikki tekur hædd fyri tí, sum er rættvíst og moralskt. Nógv av teimum túsund, ið eru farin av landinum, kundu arbeitt í fyrisitingini, og harvið hevði góður møguleiki verið fyri at sloppið undan tunnilsgøluni (um man hevði umstrukturerað fyrisitingina á ein skilagóðan hátt),  men 2016, konservativisma og status quo vigaðu eftir øllum at døma meira hjá skiparanum, læknanum, matematiska studentinum og co. Við øðrum orðum hevur úrslitið av politisku raðfestingini verið ”lose-lose” fyri Føroyar: Vit missa fólk av landinum, vit fáa eina verri fyrisiting, og vit fáa, at enda, eina tunnilsgølu – ella, vor herre bevares, tað sum hvaðna verri er. Segði nakar annars, at tað ikki bilar, at landið skal rinda eina millión í endurgjaldi til lúmsku gulldreingirnar? Tað er jú bert at meta sum piparnøtur, eh? Ella kann man kanska heldur siga, at tað er at meta sum umleið trý ella, kanska enntá, fýra almenn arbeiðspláss um árið?

 

Er nøkur vón fyri framman? Eg trúgvi uppá, at tað er ein vón fyri framman fyri Føroyar, og at landið um nøkur ár kemur at uppliva ein stóran búskaparvøkstur. Men áðrenn tað hendir, má ein hugsjónarlig (ella ein hugburðs-) kollvelting til her í landinum. Valdshavararnir verða noyddir at skilja, at primeri týdningurin er at leggja dent á virði og prinsippir heldur enn at leggja dent á vald og samgongusamanhald. Tá teir fyrst gera tað, hava teir tikið Føroyar eitt stórt stig rættan vegin. Tað er  í hesum sambandi okkara skylda at nýta okkara rætt til at tala at og siga okkara hugsan til tess at hjálpa valdshavarunum at taka føroyska samfelagið hendan rætta vegin. Tiga vit, svíkja vit okkara skyldu og okkara samfelag, men standa vit hinvegin upp fyri tí, sum er rætt, hava vit staðið upp fyri tí góða og tí moralska – fyri okkara samfelag.