Inkassofyritøkan Intrum Føroyar hevur sent 10.000 gul innheintingarbrøv til skuldarar, síðani fyritøkan byrjaði á heysti í fjør
Eftir øllum at døma eru tað ikki allir føroyingar, sum eru eins raskir at rinda rokningar.
Tað var 19. septembur í 2006, at fyrstu gulu innheintingarbrøvini frá Intrum vórðu send út við posti, og í dag gott hálvt ár seinni verður bræv nr. 10.000 sent.
Úr Intrum siga tey, at tað er ikki fimti hvør føroyingur, sum hevur fingið innheintingarbræv, men heldur nakrir persónar, sum hava fingið fleiri brøv eins og fleiri brøv eru send til fyritøkur.
Intrum Føroyar er ein innheintingarfyritøka, sum hjálpir fyritøkum, stovnum og feløgum av ymiskum slagi við at fáa útistandandi pening goldnan. Tað starvast seks fólk hjá Intrum Føroyar, og kundatalið økist hvønn dag, upplýsa tey.