Tey eru har øll. Sjónhvíta, Reyðhetta, Klokkublóma, Øskufía og allir hinir ævintýrfigurarnir.
- Leikurin er býttur upp í tveir heimar, ein ævintýrheim og ein veruligan heim, og í leikinum er ein gandaspegil, sum loyvir ævintýrfigurunum at vitja í veruliga heiminum, sigur Bárður á Lakjuni, sum saman við Marjun Djurhuus skipar fyri sjónleikinum.
Tað er eitt samstarv millum skúlarnar á Ziskatrøð í Klaksvík og í Fuglafirði, sum á tónleika- og dramabreytini seta leikin upp.
- Tað krevur so ómetiliga nógv at skriva ein leik sjálvur, so eg leitaði leingi á netinum, inntil eg fann ein amerikanskan leik, sum vit keyptu rættindini til. Síðani havi eg umsett hann og laga hann til føroysk viðurskifti, og í veruleikanum líkist hann bert í minni mun uppruna leikritinum, sigur Bárður á Lakjuni.
Eisini tónleikurin í leikinum er heilt nýggjur og bæði orð og løg eru um- og nýskrivað av Bárði á Lakjuni.
- Hetta hevur verið ein rímiliga long tilgongd. Vit byrja altíð í smáum um heystarnar við stuttum og lítlum leikum, og einaferð í november varð so leikritið býtt út til næmingarnar á tónleika- og dramabreytini hjá skúlunum, sigur Bárður á Lakjuni.
Býtt upp
Breytin hevur bert fýra tímar um vikuna, so tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv fæst burtur úr í gerandisdegnum.
- Vit royndu í fjør at seta ein leik upp, og tað eydnaðist so mikið væl, at vit endurtaka hetta í ár. Men tað er so ikki fyrr enn nú, at vit veruliga eru farin undir intensar venjingar, sigur Bárður á Lakjuni.
Og nógv er at hugsa um, tá farið verður undir at venja ein so stóran leik.
- Har er sjálvur pallurin, sum skal setast upp, síðani er tað allir teir ymsu búnarnir, sum krevja rættiliga nógv, tí teir skulu beinanvegin siga áskoðarunum, hvør viðkomandi leikari umboðar, sigur Bárður á Lakjuni.
Og tað er langt frá alt, tí hartil kemur tekniski parturin.
- Í hesum førinum krevur tað nógv tekniskt, tí vit skulu nýta høvdamikrofonir til leikararnar. Og so er tað øll ljósini, sum skulu til. Hetta er ógvuliga dýrt, men tíbetur er stórur vælvilji í sjónleikaraumhvørvinum, og tað hjálpir væl til, sigur Bárður á Lakjuni.
Men áðrenn nakað sum helst kann fara í gongd, skal alt býtast upp. Finnast skal út av, hvør skal hava hvønn leiklut, hvør skal spæla tónleikin og hvør skal taka sær av ljóði og ljósi.
- Her er ikki talan um nakra audition, øll skulu vera við og øll skulu hava sín part av leikinum, sigur Bárður á Lakjuni.
Stuttligt og spennandi
Fyrireikararnir siga um leikin, at hann er stuttligut og spennandi, og tað má hann næstan eisini vera, tá hann varar í góðar tveir tímar.
Undir øllum umstøðum er tað bæði mennandi og spennandi hjá næmingunum á tónleika- og dramabreytini at verða við til.
- Tað verður meira og meira hektiskt, meira vit nærkast frumsýningini, og hesa vikuna verður vant frámorgni til myrkurs. Og eg haldi, at vit eru komin hartil, sum vit eiga at vera nú, sigur Bárður á Lakjuni.
Sum hjá øllum sjónleikarum verður vant fram ímóti at sýna leikin fram á palli fyri áskoðarum, og fyri Eitt veruligt ævintýr, byrjar lívið veruliga mánadagin, tá leikurin veðrur frumframsýndur.
- Vit fara at sýna leikin á skúlum fyrstu dagarnar í vikuni, men frá hósdegnum fram til sunnudagin verður leikurin sýndur alment. Tað verður her í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og fyrsta sýningin verður hóskvøldið klokkan 19.30.
Sýningarnar í skúlunum verða frá mánadegnum, og framført verður klokkan 09.30 og klokkan 12.00.
- Vit hava longu selt fleiri 100 atgongumerki, so áhugin er stórur fyri leikinum, sigur Bárður á Lakjuni.