Sambært Sky News eru 10 fólk á sjúkrahúsi eftir skottilburð í Manchester í Bretlandi.
10 fólk eru á sjúkrahúsi í bretska býnum Manchester. Tað skrivar Sky News, sum endurgevur løgregluna á staðnum.
Skottilburðurin var í býarpartinum Moss Side, sum liggur sunnan fyri miðbýin í Manchester.
Løgreglan sigur sambært Sky News at talan var um eitt »vandamikið álop« og sigur, at nøkur eru illa løstað, meðan onnur eru lættari særd.
– Umleið klokkan 2:30 fekk løgreglan boð um, at skot hoyrdust á Claremont Road.
– Vegna innihaldið í fráboðanin komu nógv vápnað løgreglufólk á staðið, og staðfest var, at fleiri vóru særd, skrivar Greater Manchester Police í fráboðan til fjølmiðlarnar.
Løgreglan arbeiðir framvegis við at savna prógv.
– Vit hava í løtuni fleiri fólk á sjúkrahúsi, sum verða viðgjørd fyri ymsar skaðar. Tíbetur tykjast tey flestu at vera uttan fyri lívsvanda í løtuni, sigur kanningarleiðarin, Debbie Doole í fráboðanini.
Av tí at festivalur var í økinum vóru nógv fólk til staðar, tá skotini fullu, skrivar løgreglan.
/ritzau/