10 fyrimunir við Airbus 319

• Kabinan er munandi størri, bæði hægri, breiðari og longri

• Tað er skjótari at flúgva, kann flúgva 911 km/t, meðan BAe ikki kunnu flúgva meira enn 800 km/t
• Regulariteturin verður betri. Atlantsflog hevur gjørt stóra íløgu í nýggja innflúgvingarskipan
• Ljóðviðurskiftini eru munandi betri. Veingirnir eru undir skrokkinum, tað gevur minni óljóð
• Flapsini hoyrast als ikki inni í flogfarinum
• Umstøðurnar hjá kabinustarvsfólkinum eru munandi betri. Tey hava sjálvi verið við til at innrætta køkin
• WC'ini eru rúmligari
• Sjónvarpsskíggjar – bæði til kunning og møguleiki er fyri at síggja film.
• Kann flúgva dupult so langt sum BAe
• Letur upp fyri fleiri ferðamálum