FÓLKASKÚLIN
Í fólkaskúlanum starvast í dag 708 lærarar kring landið. Her av eru 68, í mun til uml. 50 í fjør, ímillum teirra við ongari fólkaskúlalæraraútbúgving, ella góð 9 prosent. Hetta talið er høgt, og útlit eru til, at fyrstu komandi árini veksur talið munandi.
- At 9 prosent av lærarum ikki hava fólkaskúlalæraraútbúgving, er rættiliga nógv. 60 ára-avtalan, sum var í gildi frá 1. august 1995 til 1. august 1999, sigur, at lærarar kundu fara frá við eftirløn 60 ára gamlir. Umframt hava hægri næmingatal og niðurskurðirnir, ið eru komnir fyri ráðlegging, leiðslu, telduvørðir og annað, elvt til fleiri lærarastørv, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á Fólkaskúladeildini í Mentamálastýrinum.
Óútbúnu lærararnir eru at finna á nógvum skúlum kring landið, og bert á heilt fáum skúlum eru øll størvini mannað við óútbúnum lærarum.
- Tað er ógvuliga trupult hjá óútbúnum lærara at hava einsamøllu ábygdina av einum skúla. Annars eru skúlarnir kring landið javnt raktir. Tó eru heilt fáir vikarar í Suðuroynni. Í heildini rúgva hesi ikki nógv upp, tí talið á lærarum á flestu skúlum er høgt. Í ár hava vit sæð, at útbúnir lærarar í størri mun hava søkt størv úti á bygd, og á útoyggjunum eru eisini lærarar við útbúgving. Sum heild eru vikararnir á teim størru skúlunum, sigur Jenny Lydersen.
Betri útlit
Í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg komandi ár er lagt upp fyri, at ein flokkur afturat byrjar á Læraraskúlanum komandi ár.
- Lagt er tí upp fyri, at tørvurin á lærarum skal nøktast, men tað vara nøkur ár fyrr enn tveir flokkar koma út av Læraraskúlanum í senn. Umframt eru føroyingar sum nema læraraútbúgving aðra staðni, sigur Jenny Lydersen.
Spyrja vit undirvísingarleiðaran, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri dygdina og skúlaskapin, at so nógvir óútbúnir lærarar eru í føroyska fólkaskúlanum, sigur hon, at tað kring landið ikki hevur so stóra ávirkan av tí, at meginparturin starvast á teim stóru skúlunum.
- Tey, sum koma inn í fólkaskúlan at arbeiða styttri ella longri tíðarskeið, tæna fólkaskúlanum. Tey hava í flestu førum eina miðnámsútbúgving. Tey koma við íblástri aðra staðni frá og mangan eru tey góð til ávísar uppgávur og sosialt virksemi. Skúlaleiðslurnar royna eisini at leggja tað til rættis soleiðis, at hesi fáa avbjóðingar, sum svara til teirra førleika, men tað er tó ikki altíð, at tað ber til, serliga um hesi koma í starv miðskeiðis í einum skúlaári.
- Fólkaskúlalógin setir stór krøv til lærarayrkið. Lærarar við læraraútbúgving hava sjálvsagt serligan førleika at taka fyrilit fyri einstaka næminginum, undirvísa, leggja arbeiðið til rættis, ráðleggja og eftirmeta. Samstundis vita vit, at nógvir næmingar í fólkaskúlanum tørva serligan stuðul í undirvísingini. Til hesar uppgávurnar er tað neyðugt, at útbúgvið fólk er, sigur Jenny Lydersen.
Tað hava altíð verið fólk, ið ikki hava læraraútbúgving, sum hava starvast innan fólkaskúlan. Men í ringastu kreppuárunum fyrst í nítiárunum broyttist støðan munandi, lærarastørv vórðu spard burtur, lærarar høvdu trupult við at finna størv um somu tíð sum læraraútbúgving varð tálmað. Talið á óútbúnum lærarum minkaði heilt nógv. Nú er gongdin vend av álvara.