Allur spenningur um hvør fer at vinna, er burtur, tá 10-mannaførini rógva.
Soleiðis var tað eisini vesturi í Vágunum, og skulu vit meta um vánirnar á ólavsøku, út frá tí, sum higartil er avrikað, so verður bara talan um kapping um næstfremsta plássið.
Startstpurturin var ikki liðugur, tá guli báturin hevði stungið stevnið, rong og skut og menninar átoftini fram um hinar bátarnar, og síðani var ikki spenningur um, hvør tað fór at eydnast Eysturoyinginum at vinna, men heldur um, hvussu nógvum bátslongdum, hann fór at vinna við. Á málinum var munurin meiri enn tvær bátslongdir, og tað er nógv, tá teinurin bara er 1000 metrar.
Stórur spenningur var um næstfremsta plássið. Eina løtu sát tað út til, at Kølur og Havnarbáturin skuldu detta eitt sindur aftur um Nólsoying og Vestmenning, men teir togaðu fram aftur, og tað var eyðkent fyri kappingina, at tað skifti nógv.
Havnarbáturin blandaði seg væl meiri uppí kappingina, enn hann hevur gjørt fleiri av hinum róðrunum. Manningin hevur higartil verið tann sama, sum hon var í fjør, burtursæð frá tveimum monnum, ið fóru av eftir síðsta kappingarár, men frammanundan vestanstevnuni høvdu teir fjørt onkrar justeringar, og teir halda sjálvir, at tað hekk so mikið væl hesa ferð, at teir hava vónir um eitt uppaftur betri avrik á ólavsøku.
Vestmenningur setti ein rættuligan spurt inn móti endanum, men tá var ov seint, og teir náddu kki at taka Nólsoying ella Havnarbátin.
Gongdin kundi bent á ein spennandi ólavsøkuróður, men at havnarmenn, nólsoyingar, vestmenningar og kollfirðingar skulu gera nakað við superbátin og supermanningina umborð á Eysturoyingi, tað loyva vit okkumat ivast í!