10 milliónir í FSF-kassan

Undankappingardystirnir móti Týsklandi vóru so sanniliga gull verdir fyri føroyskan fótbólt

FSF-roknskapurin

»Høvdu vit ikki havt hepnið við okkum hesaferð, so hevði vandi verið fyri, at vit høvdu verið noyddir at skert aktivitetin hjá Fótbóltssambandinum.«
Somikið bersøgin var táverandi FSF-formaðurin, Torleif Sigurðsson, tá tað fyri góðum tveimum árum síðani varð staðfest, at Føroyar loksins høvdu fingið ein av fíggjarligu tungvektarunum í okkara undankappingarbólk.
Saman við Týsklandi var Skotland avgjørt eitt av liðunum, sum vóru verd at koma í bólk saman við, og nú ársroknskapurin fyri 2003 skal leggjast fram leygardagin, kann í øllum førum staðfestast, at hetta kastaði pengar av sær í annars soltna FSF-kassan. Nógvar pengar.

Hús við 15 mió
Rakstrarroknskapurin fyri 2003 vísir nevnliga eitt úrslit á 10.309.537 krónur, og tað er so nógv tað besta úrslitið, sum Fótbóltssambandið nakran tíð hevur havt. Kassakreditturin, sum við ársbyrjan var trektur niður á 2.843 tkr. er nú burtur, og ístaðin hevur FSF tøkan pening upp á 3.394 tkr.
Og tað er A-landsliðið, sum eigur so nógv tann størsta partin av heiðirinum fyri, at úrslitið hjá FSF er somikið gott. Sjónvarpsrættindi, sum í 2002 vóru 504 tkr., vóru í fjør 11.153 mió kr., og eisini atongumerkini góvu eina fitta millión meira í inntøku, nú tað bar til at hava fullsettan leikvøll.
Hinvegin vóru útreiðslurnar av landsliðnum eisini nakað størri. 4.539 tkr. mótvegis 3.481 tkr. í 2002, men tað má roknast sum smávegis munur sammett við innøtøkurnar.
Í aðrar mátar líkist roknskapurin sær sjálvum. Útreiðslurnar av yngru landsliðunum og umsiting annars var nakað størri í 2003 enn í 2002, men tó á ongan hátt soleiðis, at talan var um nakað alarmerandi tal. Størsta broytingin í so máta eru avskrivingarnar, sum eru nærum trífaldaðar, nú bygningurin við Tórsvøll stendur liðugur. Bygningurin saman við raktrargøgnum annars stendur, nú hann er liðugur, í 15.212 tkr. Takkað verið stuðli úr ymsum grunnum, so er skuldin hjá FSF tó ikki meira enn 5.142 tkr., meðan samlaði eginpeningurin er 15.819 tkr.