Tað er ikki óforsvarligt at lækka játtanina til Almannamálaráðið.
Tað heldur Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Sum sæst í aðrari grein her á in.fo, hevur fíggjarnevndin skarva 27,5 milliónir av játtanini til almannamálini.
Men Bárður Nielsen heldur ikki, at inntrivið er so stórt, hóast talan er um nógvan pening.
Í ár sær út til, at 10 milliónir fara at leypa av játtanini til fólkapensjón í ár, men kortini er játtanin til fólkapensjón hækka 12 milliónir næsta ár.
- Tað merkir, at næsta ár er játtanin til fólkapensjón 22 milliónir hægri enn hon er í ár.
- So hóast øll, sum tað nú sær út til at verða pensjónistar næsta ár, eisini koma inn í skipanina og fáa fulla pensjón, verða útreiðslurnar til fólkapensjón 11 milliónir hægri næsta ár, enn í ár.
Men, sum sagt eru 22 milliónir at taka av, so 10 -12 milliónir leypa av undir øllum umstøðum, staðfestir Bárður Nielsen.
Les eisini: Annika Olsen missur 27,5 milliónir
|