10 minuttir til ólavsøkuna

Um lítla løtu byrjar tjóðarhátíð føroyingra, og longu nú eru nógv fólk komin oman í býin.

Tað man ikki vera mangt, sum savnar føroysku tjóðina meira enn ólavsøkan, tjóðarhátíð okkara. Kl. 14 byrjar ólavsøkan við skrúðgongu, har ítróttarfólk, hornblásarar og hestafólk seta sín eyðkenda dám á býin.

 

Veðrið inntil víðari er sera gott. Tað er lýtt í veðrinum, og hvørki vindur ella dropar hava víst seg. Fólk er byrjað so smátt at koma oman á Vaglið, og skjótt verður Vaglið væntandi fullsett við fólki klár at hátíðarhalda okkara kæra móðirland.

 

Fyri einum tíma síðan vóru ikki so mong fólk í býnum. Mest vóru tað ferðafólk, ið gingu oman og niðan og hugdu rundan um seg. Nøkur einstøk í føroyskum klæðum vóru tó at hóma, sum vildu tryggja sær gott pláss til skrúðgonguna.

 

Kári Olsen fer at flyta fram røðu um lítla løtu, nú tjóðarhátíð okkara skjótt skal byrja.