10 nýggir maskinsmiðir

Í gjár var hátíðarløta á Tekniska skúla í Klaksvík

Fríggjadagin 13. desember fingu 10 sveinar prógv á Tekniska skúla í Klaksvík í maskinfakinum. Í sambandi við hetta var hátíðarhald, og nógv fólk komu til hátíðarløtuna. Esther Dahl, HR- og HTU-leiðari á KSS, helt røðu.

Maskinsmiðir arbeiða m.a. við fresing, dreying, boring, sveising og skrúvustiksarbeiði av maskinlutum og øðrum stálkonstruktónum. Arbeiðið fevnir eisini um forritan og framleiðslu við teldustýrdum maskinum, umframt viðlíkahaldi av motorum og automatikkstýrdum skipanum.

Nøvnini á floksmyndini omanfyri eru:

Beinir Unason Nón, Fuglafjørður, í læru hjá Petur Larsen; Guðlaugur Haldurson Johansen, Klaksvík, í læru hjá Klaksvíkar Kommunu; Rani Isaksen, Klaksvík, í læru hjá TTS; Alvi Kristiansen, Runavík, í læru hjá Pomek; Pól Eyðfinn Poulsen, Klaksvík, í læru hjá TTS; Sunnvar G. Hansen, Syðrugøta, í læru hjá KJ-Hydraulik; Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík, í læru hjá KSS; Suli Linduson Zhang, Fuglafjørður, í læru hjá KJ-Hydraulik; Ragnar Thomsen, Klaksvík, í læru hjá KSS; Ian Klein, Fuglafjørður, í læru hjá KJ-Hydraulik.

##med2##