Nýggjasti styrkislistin hjá FIFA fer ikki væl við føroyska fótbóltslandsliðnum. Føroyar eru nevniliga farnar 10 pláss skeiva vegin, har teir nú sum nummar 90 av FIFA londunum, samanborið við nummar 80 fyri einum mánað síðani.
Tað eru ymiskar orsøkir til at Føroyar eru farnar so langt aftur á styrkislistanum. Noreg, ið Føroyar seinast lógu frammanfyri, fingu í seinasta mánað stig í tveimum dystum sum teir spældu, soleiðis at teir nú eru farnir framvið okkum, hóast teir eisini eru gingnir aftur á styrkislistanum.
Annars eru tað serliga lond úr Afrika, ið hava flutt seg nógv pláss uppeftir á styrkislistanum, umframt Hvítarussland, ið er farið frá nummar 83 til nummar 71 á listanum.
Tó hevur Andorra tikið størsta lopið á styrkislistanum. Teir eru farnir heili 57 pláss uppeftir, soleiðis at teir nú eru nummar 129 í heiminum. Serliga er tað sigurin hjá teimum móti Ungarn, umframt javnleikurin á heimavølli móti Føroyum, ið hevur givið teimum nógv stig.
Á odda í heiminum í løtuni eru verandi heimsmeistararnir úr Týsklandi, meðan Brasil liggur nummar tvey, Argentina nummar trý, Portugal nummar fýra og Sveis nummar fimm.