Í gjár vóru tíggju ár liðin, síðani Yigal Amir myrdi táverandi ísraelska forsætisráðharran Yitzhak Rabin.
Rabin var talsmaður fyri Oslo-samráðingunum um varandi frið millum ísraelsmenn og palestinar. Ein av hansara harðastu mótstøðumonnum var Ariel Sharon, sum nú situr í forsætisráðharraembætinum, og tað er sagt, at tað var hansara harða mótstøða, sum at enda kostaði Rabin lívið. Í gjár vóru kortini rósandi orð at hoyra í Jerusalem um Rabin og Oslo-samráðingarnar.
-Tað er eingin ivi um, at semjan í Oslo noyddi tað ísraelska samfelagið at rannsaka seg sjálvt, og sum fekk ísraelsmenn at skilja, at landið mátti taka seg aftur til tað rætta markið, segði Ehud Olmert, ið vanliga verður sagdur at vera høgra hond Sharons.