10 ráð til vetrarrenningina

Myrkur, kuldi og væta er eingin orsøk at gevast at renna. Ger nakrar fáar tillagingar, so kanst tú renna allan veturin.

 

Myrkur, kuldi og væta er eingin orsøk at gevast at renna. Ger nakrar fáar tillagingar, so kanst tú renna allan veturin.

 

1. Endurskin og ljós

Gloym ongantíð endurskinið, tá tú rennur um veturin. Tey koma í mongum skøpum og støddum. Ongantíð betur, um tú nýtir ein endurskinsvest.

 

Er ongi gøtuljós, har tú rennur, er tað eitt gott hugskot at hefta eina reyða lykt á aftan og møguliga brúka eina pannulykt.

 

2.Røttu klæðini

Likamið hevur verri við at tillaga seg til kulda enn hita. Tí er tað týdningarmikið at velja hóskandi klæði. Fyri tey flestu eru tvey løg nokk, men um tað er kalt og vindur er kanska neyðugt at brúka trý løg.

 

Innasta lagið skal vera úr tilfari, sum kann fagna og halda heitu luftini nær húðini. Tættast likaminum skal tilfarið tí hava ein bygnað, sum ger, at sveittin sleppur ígjøgnum, so at klæði inn móti húðini verður verandi turt og heitt. Ullintar undirbuksir eru eitt gott hugskot.

 

Næsta lagið skal vera grovari, so at sveitti og fuktur verða tikin upp í tað. Ytsta lagið skal veja móti vindi og vætu.

 

Í stillum, køldum veðri eru ullundirklæði, shorts, ein lættur jakkr, møguliga húgva og vøttir, nokk.

 

3. Hav eyka klæði við

So skjótt tú steðgar, kølnar likamið sera skjótt. Tað eyka klæði við, um tú ætlar tær ein longri steðg.

 

4. Vindurin ger tað kaldari

Hitamátarin kann snýta um veturin. So skjótt tað er vindur, fellur veruligi hitin. So um hitamátarin vísir null stig og tað eru um 10 m/s av vindi, so følist tað, sum um at hitin er -12 stig.

 

 

5. Vátar føtur

Óttast ikki at blív vátur um føturnar. Kaldar bibbur eru sjáldan ein trupulleiki hjá rennarum.

 

6. Á hálku: Nýt píkar

 

Hálkan er størsta avbjóðingin um veturin. Á einum gløttum vegi er torført at standa á fótum, sjálvt við góðum mynstri undir skónum. Ein kann keypa píkar, sum tú kanst seta undir skógvarnar.

 

7. Turriklæði fyri munnin

Nøkur hava torført við at anda í køldum veðri. Tað tað róligari, og royn so nógv sum gjørligt at anda gjøgnum nøsina. Tú kanst eisini binda eitt turriklæði yvir munnin ella renna í brølapu.

 

8. Viðkvomin eygu

 

Ikki gníggja eyguni, um tað svíur, ella um tú fert at tára. Hornhinnan er sera viðkvom í so køldum veðri, og tað besta verjan er at blunka ofta.

 

9. Vætukrem

Um tú rennir nógv, fert tú allarhelst ofta í bað. Kalda vetrarluftin og mongu túrarnir undir brúsuna kunnu vera ein avbjóðing hjá fólki við sartari húð. Nýt tí gjarna eitt sindur eyka av vætukremið aftan á at tú hevur vaskað tær og royn ikki at nýta krem, ið inniheldur nógv vatn.

 

10. Veska.

Veskumangul kann eisini henda um veturin, men ein hevur lyndi til ikki at ansa sær so væl. Tað krevur nógv vætu, tá sveittin guvar av kroppinum, og umframt hetta er kenslan av tosta nógv veikari, tá tað er kalt. Minst tí til at fylla vætugoymslurnar.

Kelda: vorespuls.dk