2. Fukta innan- og uttanifrá
Minst til at fukta innifrá við nógvum vatni, og uttanifrá við kroppkremi morgun og kvøld.
3. Ven
Venjing økir um blóðreinslið og gevur sunnan lit. At venja í sólini er eisini góður máti at fáa javnan sólbrendan lit.
4. Et grønt
Et grønt og fisk. Tomasós sigs verja følsama húð móti sólini, omega-3, sum man fær úr fiski sigst fyribyrja húðkrabba, og myrk sjokuláta inniheldur flavonol, ið økir um fuktina í húðini og ger hana tolnari.
5. Tak tað róligt
Tak tað róligt í sólini fyrstu dagarnar. Ver bara úti eina løtu, og minst til sólkremið. Royn ikki at vera úti millum 11-14, tá sólin er sum sterkast.
6. Agurk á eyguni
Er ein nógv úti í sólini gerast eyguni ofta eitt sindur hovin. Royn gamla tippið við agurkuskivum á eygunum, ella legg teg við høvdinum lágt eina løtu.
7. Gloym solarium
Tað ber ikki til at fyrireika húðina við at taka sól. Ístaðin økist vandin fyri, at tú fær húðkrabba við 55 prosentum, um tú ger tað oftari enn einaferð um mánaðin, skrivar Yale School of Medicine.
8. Minst til sólbrillurnar
Sólkremið er viktigast, men hatturin, brillurnar og ein tunn blusa eru eisini góð at hava við sær, um ein skal á strondina.
9. Far undir brús
Um tú svimur í svimjihyli er tydningarmikið at fara undir brúsu aftaná, eftirsum klorið í vatninum ger húðina turra.
10. Eftir sól
Um skaðin longu er hendur, og tú hevur brent teg, er onki annað at gera enn at smyrja allan kroppin við einum After-sun kremi, ið helst skal innihalda aloe vera.
Kelda: Aftonbladet, kropp&hælsa