10 tær best umtóktu skaldsøgurnar í Býarbókasavninum

Hesar skaldsøgurnar lána føroyingar mest, vísir nýggj uppgerð frá Býarbókasavninum.

Stjørnustundir í skugga

Eftir Høgna Debes Joensen. Bókin kom út í 2016.

Lyklaskaldsøga um smádrong, og hvussu hann vantrívist, tí foreldrini skulu skiljast. Foreldrini fara frá hvør øðrum, og gongdin er hatsk og pínufull. Ringi hýrurin innanveggja órógvar sálarfriðin hjá børnunum. Griðstaðurin er hjá góðsligu ommuni úti á bygd. Har valdar friður og ein einfaldur gerandisdagur. Húsini bæði eru karmar um ta sálarligu órógv og ta rógv, sum skaldsøgan lýsi

De urolige

Eftir Linn Ullmann, týðari Karen Fastrup. Bókin kom út í 2016.

Søgan er um at vera dóttir hjá filmsinstruktørinum Ingmar Bergmann, sum liggur til tað síðsta. Søgan er samansett av endurminningum, fiktión, dokumentariskum innihaldi og hugleiðingum. Ein mynd verður málað av einari sprøklutari familju, har kærleiki og saknur ganga hond í hond.

Ø

Eftir Siri Ranva Hjelm Jacobsen. Bókin kom út í 2016.

Tá Fritz fer til Danmarkar at læra, fylgir dama hansara Marita stutt eftir. Tey fara ongantíð aftur til Føroya. Longsulin eftir Føroyum fer í arv, og abbadótturin speglar sín samleika í tí burturmista.

Deyðin fer í bindiklubb

Eftir Steintór Rasmussen. Bókin kom út í 2016.

Krimisøga. Ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin í einum gomlum húsum í Norðvík. Hetta eru stórtíðindi hjá teimum seks vinkonunum, sum hittast til bindiklubbakvøld hjá Anitu, konu løgreglumannin, ið skal loysa óhugnaligu gátuna. Ein kenningur frá skúlatíðini og ungdómsárunum er myrdu

Bommhjarta

Eftir Jóanes Nielsen. Bókin kom út í 2016.

Søgan tekur við, tá ið Eigil Tvibur sleppur úr fongslingum í Horsens, har hann hevur sitið í mong ár fyri tær gerðir, hann framdi í tí undanfarnu bókini. Søgan flytir seg aftur og fram í tíð, men kjarnin er allatíðina Eigil og hansara uppruni í Sumba. Hvussu tað harðrenda altíð fylgir honum, tó at hann mangan vil nakað annað

Pigen uden navn, uppruna heitið “Orphan Train”

Eftir Christina Baker Kline, týðari Birgitte Brix. Bókin kom út í 2016.

Vivian er 91 ár og Molly 17 og báðar hava verið fosturbørn og upplivað svikt, sakn og longsil eftir at hoyra heima í einari familju. Tær hittast í húsunum hjá Vivian í Main, og hóast tær tykjast ólíkar, stendist eitt lívsjáttandi vinarlag teirra millum.

Bedemandens datter

Eftir Sara Blædal. Bókin kom út í 2016.

Tá Ilka Nichols Jensen fær boð um, at pápi hennara er deyður, kennist tað sum ein skelkur. Pápin hvarv í USA, tá ið Ilka var lítil, og hon hevur ikki hoyrt frá honum í 33 ár. Nú vil hon finna fram til, hví hann fór frá sínari donsku familju.

Sommeren jeg mødte dig, upprunaheitið Foreign fruit

Eftir Jojo Moyes, týðari Marianne Linneberg Rasmussen. Bókin kom út í 2016.

Tvær vinkonur gerast forelskaðar í sama manni í bretskum býi í 1950’unum. Nógv ár seinni verður ein teirra vitandi um, hvat veruliga hendi.

Lyset i havet, upprunaheitið The light between oceans

Eftir M.L. Stedman. Týðari Poul Henrik Westh. Bókin kom út í 2012

Ein viti í Avstralia er pallur fyri eina hending í 1920’unum, tá ið eini hjún taka avgerð um at taka eitt smábarn til sín, sum tey hava funnið í einum strandaðum báti.

Jeg lader dig gå, upprunaheitið I let you go

Eftir Clare Mackintosh, týðari Christiane Bundegaard, Annette Broberg Knudsen. Bókin kom út í 2016.

Spenningsbók um ungu kvinnuna Jenna Grey og hennara roynd at viðgera fortíðina umframt hennara flýggjan frá nýtíðini. Samstundis fylgja vit kriminal løgreglumanninum Ray Stevens, sum roynir at finna ein bilførara, sum rendi á og drap 5 ára gamla Jacob.