10 til NM

Tvey tey fremstu í hvørjum aldusrbólki í talvkappingini fyri ung vunnu sær pláss í NM-kappingini, sum í februar mánaði verður í Danmark. Tey ella teir tíggju eru: IM Helgi Dam Ziska og Hjalti Toftum Jógvansson úr Tórshavn, Rógvi Egilstoft Nielsen og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági, Rógvi Dragaberg, Heðin Gregersen og Einar Gregersen úr Klaksvík, Rúni Vørmadal og Sjúrður Olsen úr Vestmanna, Pætur Poulsen úr Skopun. Einar Gregersen, Sjúrður Olsen og Pætur Poulsen eru nýggir í NM-høpi.