1. Rør teg meira. Ein hálvur tími um dagin ger stóran mun. Gang til arbeiðis ella parkera bilin longri vekk frá arbeiðsplássinum enn vanligt.
2. Et regluliga og ofta. Leyp ikki nakra máltíð um, tá gerst tú svangari og lættari er at eta ósunt.
3. Planlegg tínar máltíðir. Ger ein lista áðrenn tú keypur inn, og keyp meira grønmeti og frukt.
4. Drekk meira vatn. Tú orkar meira og gerst ikki líka svangur, um tú drekkur 7-8 gløs vatn um dagin. "Krydra" vatni við citrón ella appelsin.
5. Tak eina avgerð. Tey ið tapa seg nógv hava ofta tað til felags, at tey hava tikið eina avgerð. Nú kann vera nokk - nú skal broyting til!
6. Fortel fyri tínum næru og kæru at nú roynir tú at broyta tínar vanar. Tá freista tey teg kanska ikki líka nógv, og tú fær eitt sindur av stuðli.
7. Um tú MÁ hava slikk ella okkurt søtt - busta tenn. Tað hjálpir ofta.
8. MÁST tú bara hava okkurt søtt - vel góðgæti við lítið av feitti, til dømis skúm, gummbomm ella kongabomm. Um tú elskar sjokulátu - keyp heldur myrka sjokulátu, tá nýtist tær ikki at eta so nógv fyri at blíva nøgdur.
9. Keyp tær nýggj klæðir í eini minni stødd. Tá kanst tú gleða teg at sleppa í tey klæðini samstundis sum tú hevur brúkt pening uppá klædnaplaggið, og tí kennur teg noyddan at brúka tað.
10. Viga teg regluliga. Tá kann tú fylgja við tíni vekt, og síggja hvat tað er sum ger at tað gongur niðureftir ella uppeftir.