10 á tjóðveldislistanum í Klaksvík

Tjóðveldi í Klaksvík er nú liðugt við uppstillingina til býráðsvalið 8. november. Flokkurin stillar upp 10 valevni av 14 møguligum

Tjóðveldi í Klaksvík er nú liðugt við uppstillingina til býráðsvalið 8. november. Flokkurin stillar upp 10 valevni av 14 møguligum.

 

– Stendur borgarstjórðastarvið okkum í boði eftir valið, fara vit at røkta ábyrgdarfulla starvið til lítar sum eitt fulltíðarstarv, sigur Tjóðveldi í Klaksvík – helt við tilsiping til, at ein tjóðveldisborgarstjóri ikki fer at taka sæti á løgtingi.

 

Valevnini hjá Tjóðveldi í Klaksvík er:

 

Lone Høeg Bejer, miðnámsskúlalærari

Rasmus Biskopstø, BA í samfelagsfrøði og arbeiðsmaður

Jacqueline Gardar, sjálvstøðugt vinnurekandi

Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna

Mildrid á Lógv, narkosu sjúkrarøktarfrøðingur

Jóhann Lützen, býráðslimur

Jóan Magnus Magnusson, arbeiðsmaður

Karl Marius Poulsen, arbeiðsmaður

Veronika Ruth, BA í list, snið og samskifti og lærari í sponskum