Gásadalur telist millum tey minstu valstøðini. Har eru einans 18 fólk ið hava valrætt Valhølið í bygdini, sum er í gamla bygdarskúlanum, lat upp eins og øll hini kl. 10 í morgun.
Fyri løtu síðani var enn ein veljari á vali, og var hesin maðurin tann tíggjundi gásadalsmaðurin sum greiddi atkvøðu í dag.
Hetta eru heldur fleiri enn við undanfarna val. Orsøkin til hetta er helst hon, at tað er leygardagur og fólk koma javnt og samt at velja.
Hinvegin er greitt at í einum so lítlum valstaði munnu fólk vita, hvat hvør einstakur í bygdini velur. Tí eru tað tey sum halda, at fyri at gera valið so loyniligt sum tað í roynd og veru eigur at vera, áttu fólk at kunna greitt atkvøðu í Gásadali, men at atkvøðurnar síðani vórðu taldar uppí tær í Sørvági.
Í løtuni vanta átta veljarar í Gásadali at greiða atkvøðu. Enn vita tey í valstýrinum ikki, um hesi koma at greiða atkvøðu.
Men tey mugu so í øllum førum sita í gamla skúlanum inntil øll hava greitt atkvøðu ella klokkan gerst 20!