Beint eftir døgverða leygardagin vórðu teir 10 vinnararnir í heimabingo hjá bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri, drignir
Naddoddur er bátafelagið á Tvøroyri, sum eigur og varðveitir fleiri gamlar árabátar, umframt nýsmíðaða seksæringin, Naddodd, sum er flaggskipið hjá felagnum.
Felagið hevur nú skipað fyri heimabingo fyri at útvega pening at reka felagið fyri.
Heimabingo fekk góða undirtøku, tí heilar 3.200 seðlar vórðu seldir og tað er nógv, tá ið hugsað verður um, at selt varð bara í norðaru helvt í Suðuroynni.
Vit fara í einum av komandi bløðum at hava grein um tað fjølbroytta og áhugaverda virksemið í bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri.
Vinningarnir hesuferð fullu soleiðis:500 litrar av olju frá Shell vann tlf. nr. 37 13 13. Vikuskiftið fyri tvey á Hotel Hafnia vann tlf. nr. 37 16 36. Kaffimaskinuna vann nr. 37 10 32.
Tað turra tjógvið vann tlf. nr. 37 15 59. Nr. 37 52 41 vann kalvan og nr. 37 16 04 vann tann ræstan fiskin.
Gávukortið uppá 500 krónur frá Tipp-Topp vann tlf. nr. 37 52 56.
Tey bæði páskareggini vunnu tlf nr. 37 12 18 og nr. 37 18 29.
Seinasti vinningurin, var ein lummalykt, sum kann løðast aftur frá SJ Radio, og hana vann tlf. nr. 37 52 68.