100.000 "jólatrøll" á marknaðin

- Vit halda, at jólatrøllið, sum er jólabryggið hjá okkum, er líka so væl egnað aftur við jóladøgurðanum sum vín, sigur Jóhan Mortensen hjá P/F Restorffs Bryggjaríi

Jólabryggj

P/F Restorffs Bryggjarí letur væl at søluni av teirra jólabryggi í ár, sum aftur hesaferð verður marknaðarført undir heitinum, Jólatrøllið.
- Vit fara at framleiða eini 100.000 jólatrøll, sum er meira enn til jólar í fjør, sigur Jóhan Mortensen.
Hann sigur, at allir føroyingar, sum drekka øl, kenna jólabryggið hjá P/F Restorffs Bryggjaríi ? jólatrøllið.

Vælsmakkandi

- Jólatrøllið er ein sterk og vælsmakkandi, men kortini løtt øl, sum hevur fingið sera gott ummæli í royndarsmakkingini hjá áhugafelagnum, Ølvinir.
Jóhan sigur, at nógv konufólk, sum ikki vanliga drekka øl og eisini nógv ung, dáma jólabryggið væl.
- Vit halda, at jólatrøllið er líka væl egnað aftur við jóladøgurðanum sum vín, sigur Jóhan Mortensen.
Etikettin á "jólatrøllinum" er ein trøllatekning hjá Williami Heinesen, sum Restorffs Bryggjarí hevur fingið loyvi at nýta á fløskuni.