100.000 ferðir Vov Vov

Kulu børnini, sum syngja um harraleysa og svanga hundin, sum sigur vov vov, er nú komin í fína klassan á You Tube við omanfyri 100.000 vitjandi, sum hava klikt og hugt eftir stóra hittinum hjá Kulu Rótum.

 

Sangurin, sum børnini sjálvi hava gjørt, varð upptikin í fjør summar og hvønn einasta dag hava fleiri hundrað børn hugt eftir fangandi lagnum. Tað eru unglingarnir í Tað Filmar, sum hava filmað og klipt saman væl umtókta videolagið, sum nú er komið í fína selskapið á You Tube.

 

Tú kanst síggja videolagið her:

 

www.youtube.com/watch