Ítróttur
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú verður viðgjørt í tinginum, framgongur millum annað, at Landsstýrið ætlar at stuðla ítrótti í breiðari høpi, enn tað higar til hevur verið gjørt.
Áður hevur tað verið so, at Fótbóltssambandið hevur fingið eina árliga játtan upp á 900.000 kr. Hendan játtanin íkom, tá føroyskur fótbóltur av fyrstan tíð fór upp í altjóða kappingar.
Nú er ætlanin tó, at henda upphæddin skal flytast frá Fótbóltssambandinum til Ítróttarsambandið at umsita. Og í ár verður stuðulin soleiðis býttur í helvt, har ÍSF fær helvtina.
Hinvegin fær fótbólturin eisini nakað aftur. Ein meiriluti – samgonguumboðini – í fíggjarnevndini tekur nevnliga undir við, at játtanin til FSF hækkar 100.000 krónur. Upphæddin er oyramarkað til kvinnufótbólt.