Í gjár vórðu 100 dagar síðan bretska fólkið atkvøddi fyri at fara úr ES.
Tað var eftir einum stórum trýstið frá einum stórum parti av sínum egna flokki og frá høgraflokkinum, UKIP, at táverandi forsætismálaráðharri, David Cameron, útskrivaði eina fólkaatkvøðu um bretska ES limaskapin.
Bretland kom uppí evropiska samstavið í 1973 saman við Írlandi og Danmark. Vegurin til limaskap var tó alt uttan bleytur, tí Bretland hevði roynt áður, men slapp ikki við. Longu í 1963 søkti Bretland sum at sleppa við í samstarvið, sum tá var ein handilssamgonga millum Frakland, Italia, Týskland, Holland, Belgia og Luxembourg, men Charles de Gaulle, forsetin í Fraklandi, segði kortanei til bretskan limaskap. Bretland hevði ongantíð havt evropisk áhugamál og vandi var fyri, at Bretland fór at draga samstarvið ov nógv amerikanska vegin, sum ikki var ætlanin.
Í 1973 bragdaði tó, ikki uttan hóvasták, men samstarvið hevur ongantíð verið lætt. Millum annað hevur Bretland ofta hildið, at tey rinda ov nógv inn í felagsskapin í mun til hvat tey fáa burturúr. Hetta leiddi til, at Margaret Thatcher fekk eina árliga afturbering úr ES til Bretlands, sum tað einasta limalandið.
Bretland tók heldur ongantíð lut í EMS, ið hevði til endamáls at royna at fáa ein felags moneteran fíggjarpolitikk í Evropa, og Bretland fór heldur ikki uppí evrusamstarvið.
Seinastu árini hevur ágangurin á avtaluna, ið tryggjar frælsari ferðing millum lond eisini, eisini verið undir áhaldandi kritikki úr Bretlandi. Serliga eftir at nógvir polakkar og rumenar komu til Bretlands at leita sær arbeiði.
Serliga í Konservativa flokkinum hevur verið ivandi í spurninginum um ES og tað var ein stórur partur av tí, at fólkaatkvøðan til endans var útskrivað. Ein fólkaatkvøða, ið til endans atkvøddi Bretlandi úr ES, við einum lítlum meirluta.