100% Heðin – ein atkvøða fyri trivnaði

Í míni tíð sum borgarstjóri hava vit framt eina rúgvu av málum. Men vit vilja fremja enn fleiri mál, so trivnaðurin hjá øllum borgarum í Tórshavnar kommunu verður 100%.

Karmarnar hjá vinnuni skulu framhaldandi betrast og útbyggjast..

Niðanfyri lýsi eg undir hvørjum árstali í stuttum nøkur av teimum mest týðandi málunum, vit hava framt og ætla okkum at fremja í næsta valskeiði.

 

Framt í 2005

Heimið fyri minnisveik við Vallalíð liðugt

Frítíðarskúlin víðkaður til eisini at umfata 2. flokk

Parkeringsøkið við J.Paturssonargøtu liðugt

Økið við Tinghúsgarðin fríðkað

Fløskubásur á Ólavsøku

 

Framt í 2006

Læknamiðstøðin í Kollafirði liðug

Systkinaavsláttur settur í verk

Barnagarðsgjald lækkað

Nýggjur barnagarður í Nólsoy

Nýggj lyfta á Býarbókasavninum

Nýggj roykreinsiskipan til brennistøðina á Hjalla

Fríðkan av umhvørvinum undir Bryggjubakka

 

Framt í 2007

Ókeypis at koyra við Bussleiðini

Røktarheimið Tjarnargarður liðugt

Nýggjur dagsstovnur á Velbastað latin upp

Ítróttarhøllin í Kollafirði liðug

Rættará reinsað

 

Framt í 2008

Eldrasambýlið Oman Mattalág tikið í brúk

Nýggj rennibreyt við Sundsvegin liðug

Spælistaðið Reinsaríið tikið í brúk

Sølutorg í Vágsbotni liðugt

Endurnýtsluhandil latin upp á Hjalla

Herd reglugerð um dálking samtykt

 

At fremja í 2009

Skúlin á Løgmannabreyt liðugur

Arbeiðið við ellis- og røktarheiminum yviri við Strond byrjar

Dansihøllin í Gundadali liðug

Útbyggingin av Tórsgøtu/mentunargøtan heldur fram

Meira innhald í- og fleiri ókeypis tilboð á Ólavsøku

Tónleikatiltakið Asfalt endurreist

Fleiri pláss til smábátar

Betri umstøður til Motorkross koyrarar

Grundstykkir til sethúsabygging

Grundstykkir til vinnulig endamál

 

At fremja í 2010

Skúlin á Argjum liðugur

Fimleikahøllin við Tórsvøll liðug

Ung í arbeiði mennast og víðkast enn meira

Fríðkan av býnum heldur fram

Vegaútbyggingarnar halda fram

 

At fremja í 2011

Nýggjur musikkskúli stendur liðugur

Heilsumiðstøð við Karlamagnusarbreyt liðug

Vardar eldraíbúðir verða bygdar á Óðinshædd

Fleiri smáir bóltvøllir gjørdir

 

At fremja í 2012

Ellis- og røktarheimið yviri við Strond liðugt

Fleiri smábátahavnir gjørdar

Nýtt reinsiverk í Havnardali gjørt

Nýggjur innkomuvegur til Havnar gjørdur