Nú eru tey av álvara farin at gera klárt til ársins G! festival í Gøtu næsta vikuskiftið.
Pallurin er komin til Gøtu og sum tað sæst á myndini, er hann koyrdur oman á sandin í dýrdarveðrinum í kvøld og nú eru einir 100 mans farnir at rigga til við at seta alt upp.
Pallurin kemur úr Íslandi, haðani ljóðútgerðin eisini kemur og Jóhannus Steingrund, tekniskur samskipari á G!, sigur við in.fo, at ljóðútgerðin í ár er eitt hakk betri enn hon var í fjør.
Sostatt eru karmarnir lagdir fyri einum góðum festivali. Tær stóru konsertirnar vera á sandinum og á Spæliplássinum, men aðrastaðni verða smærri konsertir.