Fríggjakvøldið klokkan 21 verður sjáldsom ein konsert í fabrikkini hjá Østrøm.
Har fara Karlakór Kópavogs úr Íslandi og Tórshavnar Manskór at syngja.
Men við sær hava tey eisini Hanus G. Johansen, sum er á myndini og sum uttan iva fer at seta ein heilt serligan dám á hesa konsertina.
Sostatt verða tað útvið 100 mansrøddir, sum verða at hoyra í stóru høllini við Fabrikkina hjá Østrøm fríggjakvøldið.