Størsta grundin er skaðin, sum Michael Owen fekk í HM-dysti fyri Ongland ímóti Svøríki síðsta summar. Nú er tó greitt, at Newcastle fær endurgjald fyri skaðan hjá Owen, sum hevur hildið honum úti í 10 mánaðir. Hetta veit enska heimasíðan, www.teamtalk.com, at siga. Eftir øllum at døma er Newcastle komið ásamt við FIFA og FA, og hetta ger, at Newcastle fer at fáa góðar 100 mió. kr. í endurgjaldi fyri skaðan hjá álopsleikaranum.