100 prosent elektriskir vørubilar frá Nordcar

Eftirspurningurin eftir el-og hybridbilum hevur verið veksandi seinastu árini, og tí hevur nýggi stjórin í Nordcar lagt seg eftir at víðka um útboðið av bilmerkjum.

 

 

Umframt at Nordcar í fleiri ár hevur umboðað bilmerkini BMW, MINI, Fiat, Fiat Professional, Jeep og Alfa Romeo, hevur Nordcar nú eisini valt at bjóða viðskiftafólkunum nýggju elbilarnar frá Maxus.

- Maxus er eitt spennandi merki, sum bara gera 100 prosent elektriskar bilar, bæði til privat- og vinnukundar. Vit hava fingið tann fyrsta el-persónbilin heim, og vit eru sera væl nøgd við bæði góðsku og koyrieginleikar.

Tað sigur Palli Skorheim, stjóri og leggur aftrat, at fyrstu vørubilarnir frá Maxus skjótt eisini verða at síggja í túninum hjá Nordcar.

Stjórin vísir á, at hjá Nordcar eru tey sera væl nøgd við samstarvið við Maxus, sum longu hevur fleiri ára royndir í norðanlondum við Maxus EV80 og e-Deliver3.

- Eitt nú brúkar IKEA vørubilin - EV80 - at koyra vørur út við. EV80 hevur eitt vørurúm á 11,6 rúmmetrar, og e-Deliver3 hevur eitt vørurúm á ávikavíst 4,8 og 6,3 rúmmetrar. Við Maxus hava vit fingið fleiri støddir av arbeiðsbilum við stórum battaríum, longum røkki og góðari góðsku, sigur Palli Skorheim.

Hann vísir á, at tíðirnar eru broyttar, og tískil sæst eisini eitt veksandi úrval av bæði el- og hybridbilum frá flest øllum veitarum. BMW hevur nýliga boðað frá, at nýggi iX verður tøkur seinni í ár, og iX3 og ein røð av hybridbilum í ymiskum støddum er longu tøkir.

- Fiat kom eisini fyri stuttum við sínum fyrsta elbili, Fiat 500e, sum er ein sjarmerandi býarbilur, sigur stjórin, Palli Skorheim, sum leggur aftrat, at Nordcar fegið hjálpir viðskiftafólki á telf. 290077, um spurningar eru.