100 ára gamal hermaður fekk hetjujarðarferð

Hermann gjørdu heiðurslið við jarðarferðina hjá 100 ára gamla Tom Moore, sum varð hildin fyri teimum nærmastu í Bedford og send í sjónvarpi.

 

Bretland segði í gjár gamla hermanninum Tom Moore farvæl við jarðarferð, sum varð send í sjónvarpi. Tom Moore var 100 ára gamal og krígsveteranur.

Moore gjørdist kendur kring heimin fyri sítt serliga íkast til at savna pening til at stríðast ímóti koronufarsóttini.

Hermenn gjørdu heiðurslið til jarðarferðina, sum varð hildin fyri teimum nærmastu í einum krematorium í Bedford í mið Onglandi.

Seks hermenn frá Yorkshire-deildini, sum hava avlýst tað liðið, har Tom Moore gjørdi tænastu undir Øðrum Heimsbardaga, bóru kistuna, sum varp prýdd við Union Jack. Tom Moore hernaðarkeppur og svørð hansara lógu á kistuni. 14 hermenn lótu nøkur heiðrsskot av.

Eitt hernaðarflogfar frá Øðrum Heimsbardaga fley yvir staðnum, og síðani var ein minuttur tøg fyri hermanninum.

Tann 100 ára gamli krígsveteranurin frá seinna heimsbardaga savnaði saman stóra milliónaupphædd til bretska heilsuverið í fjør.

Uttan fyri heim hansara í Marston Moretaine, sum er 80 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Londin, høvdu nógv børn lagt blómur við stuttum boðum til Tom Moore.

– Hví í friðið Tom kapteinur. Vit elska teg. X, stóð í einum av boðunum.

Í einum øðrum boðum stóð: – Tú fert altíð at vera hetja okkara.Takk fyri heita smílið. Hvíl í friði.

Tom Moore megnaði at savna saman næstan 33 milliónir pund – umleið 270 milliónir krónur – til bretska heilsuverkið undir koronukreppuni. Hann varð síðani sligin til riddara av Elisabet II drotning.

Innsavningin fór fram í fjør, stutt fyri 100 ára føðingardagin hjá Tom Moore.

Hann vildi ganga 100 ferðir aftur og fram í urtagarðinum – bara við hjálp av rullatori og góðum vilja.

Avbjóðingin skuldi fáa fólk at geva bretska heilsuverkinum gætur, sum høvdu verið undir stórum trýsti undir koronukreppuni.

Bretskir iðlar – og síðani miðlar í øllum heiminum – skrivaðu um 100 ára gamla kapteinin og innsavning hansara.

Og fleiri metrar Tom Moore legði eftir seg í urtagarðinum, fleiri pengar komu inn.

Avrik hansara fekk Boris Johnson, forsætisráðharra, at heita á drogningina um at gera Tom Moore til riddara. Tað gjørdi hon undir einum hátíðarhaldi á Windsor Castle.

/ritzau/Reuters