13. februar í ár verður Havnar Hornorkestur 100 ár.
Hetta verður hátíðarhildið við stórari konsert 8. februar í Norðurlandahúsinum.
Hetta er triðja konsertin orkestrið skipar fyri í samband við 100 ára føðingar-dagshaldið.
Í september 2002 hevði orkestrið konsert í Norðurlandahúsinum, saman við skotska hornorkestrinum Newtongrange Silverband og seinast í november 2002 var Havnar Hornorkestur í mentanarhúsinum í Fuglafirði, har konsert varð hildin saman við Fuglafjarðar Hornorkestri.
Havnar Hornorkestur fær hábarsliga vitjan
Til konsertina 8. februar, fær orkestrið hábarsliga vitjan úr Skotlandi. Tað er John Wallace, sum er rektari fyri Royal Scottish Academy of Music and Drama.
John Wallace er kendur um allan heim fyri sítt trompetspæl, og hann hevur eisini hildið MasterClass um allan heim. Í fleiri ár var hann leiðari fyri hornblástrardeildini á Royal Academy of Music í London. Í umleið 20 ár var hann fyrsti trompetspælari í kenda Philharmonia Orchestra og
John Walace hevur spælt saman við so mætum dirigentum sum, Neemi Järvi, Riccardo Muti, Sir Simon Rattle og Esa-Pekka Salonen.
Í 1986 byrjaði hann eitt orkrestur við heitinum Wallace Collection, og hetta orkestur gjørdist skjótt kent fyri sítt pinoerarbeiði innan horntónleik. Wallace Collection hevur ferðast rættuliga nógv, og á onkrum av hesum ferðum, hevur havnadrongurin, Andras Olsen, sum er uppvaksin í Havnar Hornorkestri, verið við.
John Wallace skal spæla nøkur solostykkið saman við Havnar Hornorkestri og dirigera nøkrum verkum eisini.
Havnar Hornorkestur nýggj ljóðføri
Til 100 ára hátíðarhaldið hevur Havnar Hornorkestur fingið nýggj ljóðføri. Tey eru keypt frá ensku fyritøkuni Boosey & Hawkes.
Ljóðførið hjá einum hornorkestri eru ikki sum hjá symfoniorkestri. Blásiljóðføri slýtast og tað eru umleið 30 ár síðan Havnar Hornorkestur seinast fekk nýggj ljóðføri. Men nú konsertin verður 8. februar, sita flestu av spælarrunum við nýggjum ljóðførum.
Konsertskráin
Á skránni til konsertina hevur orkestrið valt blandaðan tónleik. Føroyskur tónleikur, sum er útsettur til hornorkestur, klassisk verk, har eitt nú John Wallace skal spæla solo, onkur marsjur, og so er lættari tónleikur og undirhald á skránni, tann umleið hálvanannan tíman, konsertin verður.
Men tað verður ikki bara Wallace, sum skal spæla solo. Ungi trombone-spæl-arin, Dávur Juul Magnussen skal spæla eina kenda rhapsody fyri trombone og orkestur.
Til ber eisini at seta or-kestrið saman á annan hátt. Eitt nú við 10 spælarum, og hetta verður eisini roynt. har eitt nú John Wallece fer at spæla kenda Tico Tico.
Fastur dirigentur hjá Havnar Hornorkestri, seinastu umleið 30 árini, er Ove Olsen.
Frásøgumaður til kon-sertina verður Heini Davidsen.
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 8. februar klokkan 16 og atgongumerkir á 100,- kr., børn undir 14 ár 50,- kr., eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum.