100 ára konsert í Klaksvík

Stóra konsertin verður í Badmintonhøllini fríggjakvøldið Í samband við, at Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár verður stór konsert í Badmintonhøllini í Klaksvík. Konsertin byrjar kl. 21 fríggjakvøldið, og er talan um ókeypis atgongd. Millum luttakarnir eru Eyðun Nolsøe, Pætur við Keldu, Birgir Sigurðsson, Jógvan Hansen, Karl Martin Samuelsen, Hanus G. Johansen og Steintór Rasmussen. Ein vælspælandi tónleikabólkur fer eisini at verða á pallinum. Talan verður um Arnold Ludvig á bass, Leivur Thomsen á el-gittar, Eyðun Nolsøe, kór og akkustiskan gittar, Pætur við Keldu, kór og tangentar, og Jógvan Hansen kór. Hesir fara at spæla og syngja undir hjá fyrst nevndu tónlistarmonnum. Ingi Isaksen fer við kønari hond at blanda ljóðið. Og tí kunnu tey, sum fara til hesa ókeypis konsertina vænta eina minniliga og góða konsert.